Færri næmingar í flokkinum krevja skúla fyri hálva milliard

Færri næmingar í flokkinum krevja skúla fyri hálva milliard
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fýlist á, at landsstýrismaðurin ikki hugsar um fíggjarligu byrðarnar, sum broytingin fær fyri kommunurnar
Ætlanin er, at í mesta lagi 20 næmingar skulu vera í hvørjum flokki í framtíðini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
12.09.2023 - 10:49

Tað fer at kosta Tórshavnar kommunu umleið ein hálva milliard krónur at byggja hølir, um færri næmingar skulu vera í hvørjum flokki.  

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hann finst at ætlanini hjá landsstýrismanninum í skúlamálum, og vísir á, at tað fer at skapa eina røð av trupulleikum fyri høvuðsstaðarkommununa.

Og Heðin Mortensen fýlist á, at Djoni Nolsøe Joensen  ikki hugsar um fíggjarligu byrðarnar, sum broytingin fær fyri kommunurnar. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

12092023_Hedin_um_naemingatal

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

 

Fyrireikingarnar ikki lidnar

Hóast fyrireikingarnar ikki eru lidnar, ætlar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, at í mesta lagi 20 næmingar skulu vera í hvørjum flokki í skúlaárinum 2024/25.

Í januar  var ein frágreiðingum trivnað hjá føroyskum børnum, handað Djóna Nolsøe Joensen.

Eitt av tilmælinum í frágreiðingini var at minka flokkarar, soleiðis at færri børn vera í hvørjum flokki.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12092023_Djoni_um_naemingatal

 

 

 

 


 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835