Søkja nú eftir stjóra til Suðuroyar sjúkrahús

Søkja nú eftir stjóra til Suðuroyar sjúkrahús
Umsóknarfreistin er 5. oktober, og ætlanin er at seta starvið 1. desember, ella eftir nærri avtalu
Suðuroyar sjúkrahús skal hava nýggjan stjóra.
 
11.09.2023 - 14:54

Heilsumálaráðið søkir nú eftir stjóra í Sjúkrahúsverkinum og sjúkrahússtjóra á Suðuroyar sjúkrahúsi. Talan er um eitt starv.

Talan er sambært ráðnum um eitt spennandi, avbjóðandi og mennandi starv, har tað er umráðandi at hava hug og evni at vera andlitið úteftir, umframt hegni at savna leiðarar og starvsfólk um setningin hjá Sjúkrahúsverkinum.

Heilsumálaráðið søkir ein stjóra, sum megnar at taka avgerðir og tola trýst, samstundis sum yvirlitið verður varðveitt. Stjórin skal vera álítandi og kunna samstarva væl í einum leiðslutoymi, ganga á odda innan leiðslu og skipa góðar umstøður fyri fakligari menning og gransking. 

 

Hans Pauli Henryson hevur verið stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi seinastu árini.

 

Væntað verður, at stjórin hevur royndir við at handfara truplar støður. Samstundis er tað eisini er umráðandi, at stjórin er stigtakari, stuðlar og átekur sær ein virknan leiklut í fíggjar- og málstýring.

Umsøkjari skal hava viðkomandi viðkomandi útbúgving og hollar leiðsluroyndir.

Starvið sum stjóri í Sjúkrahúsverkinum og sjúkrahússtjóri fyri Suðuroyar Sjúkrahús er lønt sambært 38. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15 prosent.

Umsóknarfreistin er 5. oktober, og ætlanin er at seta starvið 1. desember, ella eftir nærri avtalu. 

Starvslýsingin kann síggjast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990