Danir vistu heldur einki um flogfarið

Danir vistu heldur einki um flogfarið
Amerikanskir myndugleikar siga, at tey, sum skulu boða frá flogferðum í Føroyum, hava fingið greitt at vita, hvørjar mannagongdirnar eru
Flogfarið, sum fleyg yvir Havnini og Skálafjørðin, er av Lockheed C-130 Hercules. (Mynd: Jórun Pólsdóttir)
 
11.09.2023 - 10:11

Danir vistu heldur ikki um amerikanska herflogfarið, sum fleyg lágt yvir Føroyum tíðliga seinnapartin leygardagin 5.august.

Tað sigur Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Ráðharrin spurdi donsku verjuleiðsluna, sum sigur seg ikki hava fingið at vita um flogfarið.

Troels Lund Poulsen sigur, at Verjumálaráðið hevur verið í sambandi við amerikanska sendiráðið í Danmark.

Haðani fekk ráðið at vita, at tey, sum skulu boða frá slíkum flogferðum í Føroyum, hava fingið greitt at vita eina ferð enn, hvørjar mannagongdirnar eru.

Flogfarið, sum fleyg yvir Havnini og Skálafjørðin, er av Lockheed C-130 Hercules.

Hvørki Arktisk Kommando eller føroyska Uttanríkisráðið fingu boð um flogfarið.


    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835