Jarðskjálvtin í Marokko kravt fleiri enn 2.000 mannalív

Jarðskjálvtin í Marokko kravt fleiri enn 2.000 mannalív
Landið hevur játtað at taka ímóti hjálp frá Spania, Bretlandi, Katar og Sameindu Arabisku Emiratunum
Hetta er ringasti jarðskjálvti í Marokko higartil.
Mynd: Fadel Senna/AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.09.2023 - 08:29

Fleiri lond senda nú Marokko hjálp, eftir at landið fríggjadagin var rakt av harðasta jarðskjálvta higartil.

Tað skrivar AP-tíðindastovan.

Marokko hevur játtað at taka ímóti hjálp frá Spania, Bretlandi, Katar og Sameindu Arabisku Emiratunum.

 

(Mynd: Fadel Senna/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Fleiri lond hava boðið sær til at hjálpa, men til tess at kunna skipa bjargingararbeiðið, hevur Marokko fyri fyrst ikki tikið ímóti fleiri boðum um hjálp, siga landsins myndugleikar við AP.

Sambært almenna sjónvarpinum í Marokko, eru fleiri enn tvey túsund fólk deyð, og fleiri túsund særd, skrivar Reuters tíðindastovan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050