Jarðskjálvti í Marokko: vaksandi tøl

Jarðskjálvti í Marokko: vaksandi tøl
Í minsta lagi 2.000 fólk eru deyð og 1.400 hava fingið løstir
Jarðskjálvtin var har, sum stjørnan er.
 
10.09.2023 - 10:22

Talið á deyðum eftir harða jarðskjálvtan í Marokko í gjáranáttina hækkar alsamt.

Í minsta lagi 2.000 fólk eru deyð og 1.400 hava fingið løstir, harav helvtin hevur fingið álvarsligar løstir.

Tað vísa nýggjastu tølini frá landsins myndugleikum.

Í gjár lýsti Marokko landasorg í tríggjar dagar eftir ógvisliga jarðskjálvtan, ið var máldur til 6,8 á Richter-talvuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050