Harður jarðskjálvti í Marokko

Harður jarðskjálvti í Marokko
Í minsta lagi 820 fólk hava latið lív og fleiri enn 200 eru heilt álvarsliga særd
Jarðskjálvtin var har, sum stjørnan er.
 
09.09.2023 - 13:12

Í minsta lagi 820 fólk hava latið lív og fleiri enn 200 eru heilt álvarsliga særd eftir at ein jarðskjálvti uppá 6,8 á rictherstiganum rakti Marokko stutt eftir klokkan ellivu í gjárkvøldið, lokala tíð.

Miðdepilin á skjálvtanum var í ein útsynning úr stórbýnum Marrakesh.

Fleiri staðni í landinum standa fólk nú uttan hús og heim, tí skaðarnir av skjálvtanum eru ógvusligir.

Hetta er harðasti jarðskjálvti, sum hevur rakt Marokko í 120 ár.

Sambært marokanska innanríkisráðnum eru størstu skaðarnir í Mararakesh og har um leiðir. Tað er eisini her, at flest fólk hava latið lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050