- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breyt inn men var tikin á staðnum
Ein maður, sum breyt inn í hotel Føroyar í nátt, var tikin á staðnum.
Vaktarmaðurin á hotellinum sá, at ein hurð í kjallaranum var opin.
Politiið var boðsent, hetta var klokkan hálvgum trý, gjørdi skjótt av og tók mannin á staðnum.
Maðurin var ávirkaður, so hann er ikki avhoydur enn.
Enn er ikki greitt, um maðurin fekk stolið nakað, meðan hann var í kjallaranum á hotel Føroyum.
Ferðkanning árla morguns
Tað loysir seg ikki at koyra ov skjótt tíðliga um morgunin í teirri vón, at tá er einki politi á vegnum.
Politiið gjørdi ferðkanning í Firði í Kollafirði millum klokkan 20 minuttir yvir seks til 10 minuttir yvir sjey í gjármorgunin.
Ein bilførari fekk klipp fyri at koyra 78 km/t.
Tveir fáa sekt fyri at koyra ávikavist 72 og 73 km/t.
Millum klokkan tíggju og tólv fyrrapartin í gjár var ferðkanning á Fuglafjarðarvegnum.
Har vóru trý klipp fyri 106 og 107 km/t.