Meira enn hálv millión ferðafólk við Bygdaleiðum í ár

Meira enn hálv millión ferðafólk við Bygdaleiðum í ár
Málið hjá Strandferðsluni er at koma upp í 650.000 ferðafólk í 2025
Ferðafólkatalið hjá Bygdaleiðum er vaksið aftur, og í ár væntar Strandferðslan, at millum 530.000 og 535.000 fólk fara at brúka bussarnar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.09.2023 - 15:15

Stórur vøkstur er í ferðafólkatalinum við Bygdaleiðum, og Strandferðslan væntar, at millum 530.000 og 535.000 fólk fara at brúka Bygdaleiðir í ár.

Hetta er tað mesta síðani 2012.

Við ársbyrjan metti Strandferðslan, at  vøksturin í ár fór at verða umleið 10-15 prosent. Og til og við august hevur vøksturin í ferðafólkatalinum verið 12 prosent.

Tað upplýsir Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, sum hevur spurt um málið.

 

Minkað síðani 2012

Ferðafólkatalið á nærum øllum leiðum hjá Bygdaleiðum minkaði frá 2012 til 2020, og koronufarsóttin hevði við sær, at enn færri brúktu bussarnar. Síðani í fjør hevur verið ein munandi vøkstur, og málið er at koma upp í 650.000 ferðafólk í 2025. 

Dennis Holm sigur, at  Strandferðslan ætlar at fáa í lag samstarv við kommunurnar um at samskipa koyringina hjá Bygdaleiðum og staðbundnu busskoyringina betur, so borgararnir fáa betri tænastu. 

Hann sigur eisini, at ætlanin er ætlanin er at skipa fyri almennari hoyring um almennu ferðsluna á landi í framtíðini. 

Svarið frá Dennisi Holm til Eyðgunn Samuelsen kann lesast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962