Betri møguleikar at granska í arktiskum viðurskiftum

Betri møguleikar at granska í arktiskum viðurskiftum
Granskingarráðið hevur gjørt samstarvsavtalu við íslendska Rannís
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, og Ágúst Hjørtur Ingtórsson, stjóri í Rannís, tá avtalan um granskingarsamstarv var undirskrivað. (Mynd: Granskingarráðið)
 
06.09.2023 - 18:00

- Føroyskir granskarar og grannar okkara fáa nú enn betri møguleikar at granska í arktiskum viðurskiftum. 

Tað sigur Annika Sølvará, stjóri á Granskingarráðnum, nú ein samstarvsavtala er gjørd við íslendska Rannís.

Rannís er íslendska skrivstovan fyri stuðulsskipanir. Endamálið er at menna felags gransking og tiltøk.

Granskingrráðið skrivaði í summar undir samstarvsavtalu við grnlendska granskingarráðið.

Nýggja samstarvið kann eisini vera við til at leggja lunnar undir gransking í Arktis.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum:

 

Annika_Solvara


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV