Ukraina fingið nýggjan verjumálaráðharra

Ukraina fingið nýggjan verjumálaráðharra
Ukrainska tingið hevur valt Rustem Umerov í ráðharrasessin
Rustem Umerov er nýggjur verjumálaráðharri í Ukraina.
 
06.09.2023 - 14:08

Urkaina hevur fingið nýggjan verjumálaráðharra

Í dag samtykti ukrainska tingið at velja Rustem Umerov til verjumálaráharra, skrivar tíðindastovan Reuters.

Meginparturin av ukrainska tinginum tók undir við, at Umerov skal vera nýggjur ráðharri.

Undanfarni vejumálaráðharrin, Oleksii Reznikov, gavst í starvinumi mánadagin.

Frammanundan hevði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, boðað frá, at nýggjur verjumálaráðharri skuldi setast, tí tørvur var á nýggjari tilgongd í stjórnini, herinum og samfelagnum sum heild, segði Zelenskyj.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050