- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fær einki endurgjald fyri at sita varðhaldsfongslaður
Dómurin hjá Føroya rætti í málinum um endurgjald fyri varðhaldsfongsling var alt fyri eitt kærdur til Eystara landsrætt.
Føroya rættur segði í gjár, at grundarlag er ikki fyri at lata endurgjald.
Kravið var 805.363 kr., millum annað hálv millión í mistari arbeiðsinntøku.
Maðurin var í varðhaldi í eitt ár, skuldsettur fyri at smugla knappliga eitt kilo av amfetamini til Føroya.
Men maðurin, sum er dani, var frídømdur í nevningatingi í Føroya rætti fyri góðum tveimum árum síðani.
Vístu kravinum aftur
Bæði statsadvokaturin og ríkisadvokaturin vístu kravinum aftur.
Og tað hevur Føroya rættur nú staðfest.
Endurgjald verður ikki latið, um tann, sum krevur endurgjaldið, sjálv ella sjálvur er atvoldin til, at rætturin dømdi varðhaldsfongsling.
Tað er, um varðhaldsfongslingin var "selvforskyldt", sum skrivað stendur, sjálvgjørd.
Føroya rættur gav heldur ikki advokatinum hjá manninum viðhald í kravi hennara um samsýning.