Eingin Tesla-skannari komin á sjúkrahúsið enn

Eingin Tesla-skannari komin á sjúkrahúsið enn
Málið skal samtykkjast í løgtinginum fyrst, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum
Hóast einki hevur verið at frætt aftur um skannaran, sum er latin Klaksvíkar sjúkrahúsi sum gávu, er gongd í málinum, sigur Margt Stórá, landsstýriskvinna.
 
04.09.2023 - 13:24

Enn er eingin nýggjur skannari komin á Klaksvíkar sjúkrahús.  

Tað var 24. apríl í ár, at tíðindi bórust um, at Klaksvíkar sjúkrahús hevði fingið ein Tesla 3 MR-skannara.  

Skannarin er ein gáva. Heilt ítøkiliga ein peningagáva upp á 13 milliónur krónur, sum skal brúkast til at rinda fyri skannaran.

Tey, sum hava latið gávuna, eru ónevndar vinnuligar fyritøkur í Klaksvík, Leirvík og Fuglafirði.  

 

Avgjørdi at taka ímóti

Ein góðan mánað eftir, at gávan var latin, gjørdi Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum, av at taka ímóti gávuni. 

Stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsi Alexandra á Dul fegnaðist um hetta og segði við Kringvarpið, at nógvar viðgerðir, sum ikki hava borið til at geva í Føroyum, nú verða møguligar, umframt at útreiðslurnar minka, og at bíðitiðin til MR-skannaran verður styttri. 

Men síðani er onki hent.

 

Elsebeth spyr um málið

Og nú spyr Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, Margit Stórá um málið.  

Hon spyr, hvar málið er í løtuni, hvat er gjørt, síðani landsstýrið játtaði at taka ímóti gávuni, og nær roknast kann við, at fyrsti sjúklingurin verður skannaður í nýggja skannaranum í Klaksvík.

Elsebeth Mersedis Gunnleygsdóttur spyr eisini, um skannarin verður bílagdur í ár.

 

Skal samtykkjast í tinginum 

Vit hava í dag spurt Margit Stóra, hvar hetta málið liggur.

Hon sigur, at hóast hon vil taka ímóti gávuni, skal málið um skannaran samtykkjast í løgtinginum fyrst, men gongd er í málinum, sigur Margit Stórá.

Meira fekst ikki at vita um frá Heilsumálaráðnum í dag. 
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990