Politiska støðan á Tvøroyri framvegis ógreið

Politiska støðan á Tvøroyri framvegis ógreið
Kristin Michelsen, borgarstjóri, misti meirilutan í býráðnum, tá Jónleyg J. Bech fór burturúr
Jónleyg J. Bech fekk 29 atkvøður á býráðsvalinum, og hon var vald sum tann fjórða av fýra býráðslimum hjá Felagslistanum. (Savnsmynd)
 
04.09.2023 - 13:12

Politiska støðan á Tvøroyri er framvegs ógreið, eftir at Jónleyg J. Bech í farnu viku boðaði býráðslimunum frá, at hon hevði tikið seg úr meirilutanum. 

Tað boðaði hon frá brævi til allar býráðslimirnar. 

Higartil hevur tað ikki eydnast at fáa viðmerking, hvørki frá Jónleyg J. Bech ella frá borgarstjóranum, Kristini Michelsen, nú hann hevur mist meirilutan. 

Eftir skránni skuldi býráðsfundur havt verið í Tvøroyrar býráði hóskvøldið, men hesin fundurin var avlýstur við stuttum skotbrái.  

 

29 atkvøður

Á kommunuvalinum í 2020 fekk Jónleyg J. Bech 43 atkvøður á býráðsvalinum, og bleiv vald sum tann fjórða av fýra býráðslimum hjá Felagslistanum. 

Tað var nóg mikið til ein tepran meiriluta,  tí hin listin, sum bleiv valdur í býráðið - Javnaðarflokkurin - fekk trý umboð vald. 

Sostatt kann Javnaðarflokkurin fáa meirilutan tað, sum eftir er av valskeiðinum, um Jónleyg J. Bech fer upp í minnilutan. Men sum Kringvarpið skilir, hevur einki samband verið millum Javnaðarflokkurin á Tvøroyri og Jónleyg J. Bech. 

Jónleyg J. Bech stillaði upp fyri Sambandsflokkin til seinasta løgtingsval.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835