Pepsi komið á svartalista hjá Ukraina

Pepsi komið á svartalista hjá Ukraina
Flogfelagið SAS gevst nú við at selja Pepsi
Pepsi er nú komið á svartalista hjá Ukraina
Mynd: Alamy  
 
03.09.2023 - 16:37

Flogfelagið SAS gevst nú við at selja Pepsi. Tað váttar fjølmiðlastjórin hjá SAS, Tonje Sund, fyri norska TV2.

Orsøkin er, at PepsiCo, sum framleiðir Pepsi-drykkin, er komið á svartalista hjá Ukraina yvir fyritøkur, sum sambært ukrainskum myndugleikum stuðla russisku krígsførsluni.

Sambært Tonje Sund hevur Pepsi ongantíð verið til sølu umborð á flogførunum hjá SAS, men tað hevur borið til at fáa Pepsi í hølunum hjá SAS í floghavnini í Oslo. Men tað er nú broytt, so einki Pepsi verður at fáa har heldur.

Fyrr í ár gavst SAS av somu orsøk við at selja sjokolátu frá Marabou, sum fyritøkan Mondelez eigur. Eisini Mondelez stendur á svartalista hjá Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050