- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur professari í heilsuvísindum
Maria Skaalum Petersen, leiðari í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, er í dag tilnevnd professari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya.
Maria Skaalum Petersen, sum er 47 ára gomul, hevur seinastu 15 árini arbeitt sum granskari í Føroyum.
Hon hevur arbeitt í fleiri heilsugranskingarøkjum, og hon hevur givið út fleiri enn 85 vísindaligar greinar í altjóða viðurkendum tíðarritum.
Seinnu árini hevur granskingi millum annað fevnt um kanning av sambandinum millum umhvørvisevnir og ílegur og sjúkur, sum t.d. alzheimersjúku, parkinsonsjúku og sklerosu.
Harumframt hevur Maria Skaalum Petersen gjørt afturvendandi kanningar av heilsustøðuni hjá eldri føroyingum í sjeyti-, áttati- og nítiárunum. Eisini hevur hon granskað í heilivágsnýtslu hjá teimum eldru.
Seinastu tvey árini hevur Maria Skaalum Petersen staðið fyri fleiri granskingarverkætlanum um koronufarsóttina.
Hoyr samrøðu við Mariu Skaalum Petersen í útvarpstíðindunum: