Landsstýrið dugir ov illa at gera fíggjarlóg

Landsstýrið dugir ov illa at gera fíggjarlóg
Tað gongur væl í búskapinum í løtuni, men avbjóðingar eru, og politikararnir duga ov illa at loysa tær, sigur formaðurin í Búskaparráðnum
Frá framløguni av heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum fyrrapartin.
Mynd: Finnur Justinussen  
 
01.09.2023 - 13:04

Landsstýrið dugir ov illa at gera fíggjarlóg, soleiðis at búskapurin eisini verður tryggjaður í framtíðini.

Tað var enn einaferð boðskapurin frá Búskaparráðnum, sum fyrrapartin legði fram heystfrágreiðingina fyri í ár.

 

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, leggur heystfrágreiðingina fram. (Mynd: Finnur Justinussen)

 

Búskaparráðið sigur, at tað gongur væl í buskapinum, men avbjóðingar eru, og politikarnir gera alt ov lítið við at loysa hesar avbjóðingar. 

Avlopioð á fíggjarlógini er alt ov lítið, og langtíðarhaldførið í búskapinum ov veikt.

Hoyr samrøðu við Fróða Magnussen, formann í Búskaparráðnum, í útvarpstíðindunum:

 

01092023_Frodi_Magnussen_utvarpstididni

 

Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum. (Mynd: Finnur Justinussen)

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at neyðugt verður helst við átøkum fyri 60-70 milliónir krónur fyri at koma upp á slætt á fíggjarlógini næsta ár.

Og spurningurin um at hækka pensjónsaldurin enn meira, er eisini á skránni, sigur hon. 

Hoyr samrøðu við Ruth Vang, sum var gestur í útvarpsstovuni:

 

01092023_Ruth_Vang_um_fragreiding

 

Heystfrágreiðingin var eisini viðgjørd í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr sendingina her.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835