Ferðafólk í Grønlandi skulu rinda avgjald

Ferðafólk í Grønlandi skulu rinda avgjald
Kommunurnar kunnu taka í mesta lagi 50 kr. fyri hvørt ferðafólk, sum kemur við skipi, og eftir ætlan kemur skipanin í gildi á nýggjárinum
Nú skulu ferðafólk við ferðamannaskipum rinda avgjald til grønlendsku kommunurnar.
Mynd: KNR  
 
01.09.2023 - 08:40

Grønlendska landsstýrið ætlar, at kommunurnar kunnu taka í mesta lagi 50 krónur fyri hvørt ferðafólk, sum kemur til Grønlands við skipi.

Tey vóru 112.273 í fjør.

Tað geva góðar 5,6 mió. kr., um allar kommunur krevja 50 kr. 

Upprunaliga var ætlanin, at gjaldið skuldi koma 1.januar í 2025.

Men nú skal tað longu koma 1. januar næsta ár, ætlar grønlendska landsstýrið.

Uppskotið hjá landsstýrinum kemur í landstingið í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050