Orkan rann undan KÍ

Orkan rann undan KÍ
KÍ fall enn einaferð við stórari æru í evropiskum fótbólti. Hesuferð í stríðnum við Sheriff Tiraspol um at røkka Europa League-bólkaspælið
Vónbrotið var stórt, at KÍ enn einaferð stóð á gáttini til at vinna samanlagt, men misti á stokkinum
 
31.08.2023 - 19:41

Flest onnur lið høvdu mist høvdið og móti, tá turkiski dómarin Halil Umut Meler í 15. minutti brádliga bríkslaði fyri brotssparki til FC Sheriff Tiraspol. 

Rene Shaki Joensen nart kanska lættliga við Sheriff-leikaran, men tað var ikki nærnámind við at vera brotsspark. 

Ein gøludómur, ið VAR enn einaferð ikki megnaði at rætta.

Luvannor setti brotssparkið trygt í málið, men sterka KÍ-liðið noktaði enn einaferð at yvirgeva seg. 

Heldur enn at ganga og illneitast inn á óskikkaða dómin, so fóru Jákup B. Andreasen, Árni Frederiksberg og hinir til verka. 

KÍ fekk javnleik í fyrra dystinum á Tórsvølli, sum KÍ í roynd og veru átti at havt vunnið, so uppgávan var ikki ómøgulig - lang frá.

Tað gjørdi brekkuna eitt sindur brattari, at besti KÍ-leikararnir í fótbóltsherferðini hjá KÍ í Evropa, norðmaðurin Vegar Forren, noyddist av vøllinum við skaða.

Men sum ikki einaferð, so eydnaðist KÍ hóast tað at koma afturíaftur í dystinum.

Árni Frederiksberg sendi eitt knallhart horn inn í høvdið á Luc Kassi, sum stútaði bóltin í málið, og so stóð aftur á jøvnum

Lítil og eingin munur var heldur í dag á liðunum, og KÍ tóktist hava eins góðan møguleika at spæla seg í Europa League-bólkaspælið sum moldoviska FC Sheriff Tiraspol. 

Men í seinna hálvleiki var tað kanska meira orkan enn Sheriff-leikararnir, ið rann undan KÍ-leikarunum. 

Og tá væl leikandi Rene Shaki Joensen á vinstra bakki í 74. minutti var óansin ein brotpart av einum sekundi, so hevði høgri bakkur hjá FC Sheriff Tiraspol, Armel Junior Zohouri, sníkt seg inn um KÍ-verjuna og koma at standa púra fríur og skora. 

KÍ-venjarin, Magne Horseth, gjørdi nakrar skjótar útskiftingar, fyri at fáa nýggja orku inn á liðið. 

Tað eydnaðist eisini KÍ at koma fram til nøkur fríspørk kring brotsteigin hjá FC Sheriff Tiraspol og nøkur horna.

Tað var enn einaferð eitt Árni Frederiksberg-horn, ið mundi tryggjað KÍ longda leiktíð. 

Stútari hjá Heina Vatnsdal smoygdi sær dygst framvið handan stólpa eftir framúrskarandi innleggið frá Árna Frederiksberg. 

Vónbrotið er sjálvandi stórt í KÍ, tí liðið var enn einaferð so nærvið, men snávaði á gáttini.  

KÍ hevur tó longu tryggjað sær, sum fyrsta føroyska fótbóltsfelag nakrantíð, luttøku í einum evropiskum endaspæli. 

Tá tað klokkan 13.30 í morgini verður luttakast um, hvussu liðini í triðbestu evropiskum fótbóltskappingini fyri lið, UEFA Conference League, skulu spæla í bólkaspælinum, so er KÍ við í bollanum. 

Í UEFA Conference League-bollanum er eisini íslendska Breiðablik.

Breiðablik, við føroyska landsliðsáleyparanum Klæminti A. Olsen, bleiv í kvøld somuleiðis fyrsta íslendska felagið, ið tryggjaði sær luttøku í einum evropiskum endaspæli fyri feløg. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221