Nýggjur verjumálaráðharri í Bretlandi

Nýggjur verjumálaráðharri í Bretlandi
Grant Shapps tekur við eftir Ben Wallace
Grant Shapps hevur í dag tikið við sum verjumálaráðharri í Bretlandi. Hann hevur drúgvar royndir sum ráðharri.
Mynd: Hollie Adams/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
31.08.2023 - 16:33

Grant Shapps verður nýggjur verjumálaráðharri í Bretlandi, eftir at Ben Wallace í dag bað um at verða loystur úr starvi.

Shapps er í dag ráðharri fyri orkutrygd og null-útláti.

Hann hevur verið ráðharri leingi, og hevur m.a. vinnumálaráðharri og innanríkisráðharri.

Wallace boðaði longu í juli mánaði frá, at hann fór at leggja frá sær. 

Fráboðanin var væntað eftir eina umstrídda útsøgn á einum tíðindafundi, har Wallace segði, at "Stórabretland er ikki bara ein sølubúð, sum kann veita vápn til Ukraina, og at Ukraina má vísa takksemi mótvegis stuðlum sínum." 

Ben Wallace var verjumálaráðharri í fýra ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050