- Tíðindi, mentan og ítróttur
Setrið fegnast um granskingartilmæli
Setrið fegnast um granskingartilmæli
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir m.a. til at skipa granskingardepil í nýggja kampus á Frælsinum í Havn
30.08.2023 - 12:20
- Tað er bæði gleðiligt og rætt, at Setrið hevur so stóran leiklut í sambandi við tey átta tilmælini, sum Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan er komið við. Teirra millum tilmælið um granskingardepil í nýggja kampus á Frælsinum.
Tað sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum.
Martin Tvede Zachariasen er rektari á Fróðskaparsetrinum.
Stendur tað til Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hjá Granskingarráðnum, er málið, at trý prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni verða brúkt til gransking.
Tað eru slakar 700 milliónir krónur um árið.
Hoyr samrøðu við rektaran á Fróðskaparsetrinum í útvarpstíðindunum:
30082023_Gransking_ofg_Frodskaparsetrid
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV