Grønlendingar ætla at herða vápnalógina

Grønlendingar ætla at herða vápnalógina
Skotvápn elva til ov nógv deyðsvanlukkur og sjálvmorð
Nú verður kravt, at vápn skulu vera læst inni, tá tey ikki vera brúkt til veiðu. (Savnsmynd: KNR)
 
30.08.2023 - 08:36

Allir flokkar í Grønland vilja herða vápnalógina longu næsta ár, skrivar KNR.

Skotvápn elva til ov nógv deyðsvanlukkur og sjálvmorð.

Tí vilja politikarar nú herða vápnalógina, so so kravt verður, at vápn vera læst inni, tá tey ikki vera brúkt til veiðu

Politiið leggur eisini trýst á politikarar fyri at fáa teir at herða vápnalógina.

Nógv hava til dømis rifflur liggjandi í bátinum ella heima við hús.

Vápnalógin er komin undan kavi aftur nú, tí politiið tók tríggjar dreingir, sum eru yngri enn 15 ár, fyri at skjóta og drepa 10 sletuhundar.

Teir tóku eina jollu og tríggjar rifflur, sum lógu í henni, og sigldu til eina oyggj, har sum hundarnir vóru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050