Putin ætlar ikki at fylgja Prigozjin

Putin ætlar ikki at fylgja Prigozjin
Kreml sigur, at tey vita einki um jarðarferðina hjá Wagner-leiðaranum
Vladimir Putin, forseti, og Jevgenij Prigrozin, leiðari í Wagner-herinum, sum doyði í flogvanlukku mikudagin.
 
29.08.2023 - 13:00

Russiski forsetin, Vladimir Putin, ætlar sær ikki at fylgja Jevgenij Prigozjin 

Tað váttar Dmitrij Peskov, talsmaður hjá russisku forsetaskrivstovuni, sambært Reuters.

Peskov greiddi frá, at Kreml veit einki um jarðarferðina, ella ætlanirnar hjá familjuni hjá Prigozjin í sambandi við jarðarferðina. 

Tað var mikudagin í síðstu viku, at eitt flogfar við tíggju ferðafólum datt niður millum St. Pætursborg og Moskva.

Sunnudagin váttaði russiska fregnartænastan, at Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, var millum ferðafólkini í flogfarinum. Øll, sum vóru við, doyðu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050