- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri pápar vera stakir uppihaldarar í framtíðini
Næstan annar hvør maður heldur, at fleiri, ella nógv fleiri, pápar vera stakir uppihaldarar í framtíðini.
Tað halda 46 prosent í spurnakanningini, sum var gjørd til frágreiðingina um gerandislív, virði og familjuviðurskifti hjá monnum í Føroyum.
650 menn í aldrinum 18 til 52 ár vóru við í kanningini, sum var gjørd í februar og mars í fjør.
24 prosent halda, at støðan verður tann sama sum nú.
47 prosent halda, at fleiri, ella nógv fleiri, pápar fara ikki at búgva saman við børnunum hjá sær.
Bara seks prosent halda, at færri, ella nógv færri, pápar vera, sum ikki búgva saman við børnunum hjá sær.
34 prosent av teimum spurdu, halda, at menn fara at fáa færri, ella nógv færri, børn enn nú.
Bara sjey prosent halda, at teir fara at fáa fleiri, ella nógv fleiri, børn.
Stórur meiriluti, 62 prosent, heldur, at fleiri, ella nógv fleiri, pápar vera samkyndir ella LGBTQ+arar.
Bara tvey prosent halda, at teir vera færri, ella nógv færri.
Frágreiðingin kann lesast her.