Stórt læraratrot í Íslandi

Stórt læraratrot í Íslandi
Fyrr var torført at manna lærarastørv í pørtum av landinum, men nú er trupulleikin nú um alt landið
Stórt læraratrot er í Íslandi. (Savnsmynd: RÚV)
 
28.08.2023 - 15:40

Eisini í Íslandi er eitt nýtt skúlaár byrjað, men stórt trot á lærarum er í íslendska fólkaskúlanum.

Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Sambært íslendsku hagstovuni arbeiddu umleið 5.800 fólk við skúlaundirvísing farna skúlaár. Talið av størvum veksur hvørt ár, og tað merkir eisini, at tað verður alsamt truplari at manna størvini við útbúnum lærarum, sigur Mjøll Matthíasdóttir, sum er forkvinna í íslendska lærarafelagnum, við RÚV.

 

Gongur illa at fáa skikkaðar umsøkjarar

Hon vísir á, at har tað fyrr bert var í pørtum av landinum, at tað var trupult at fáa lærarar, sæst trupulleikin nú um alt landið. Leys lærarastørv verða lýst bæði á starvsportalum og á heimasíðum hjá kommunum, men tað gongur illa at fáa skikkaðar umsøkjarar.

Ein av kommununum, har tað stendur heilt illa til, er Reykjanesbær kommuna, har meir enn 30 prosent av teimum, sum undirvísa í fólkaskúlanum, ikki hava læraraútbúgving, skrivar RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050