- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kollfirðingar umhugsa at fara úr Tórshavnar kommunu
Nógvir kollfirðingar umhugsa at fara úr Tórshavnar kommunu.
Teir siga, at kommunan ger alt ov lítið fyri at útvega grundstykki í bygdini. Bara 22 í hesi øldini. Úrslitið er, at ungar familjur flyta, og í ár vera bara trý børn fødd í Kollafirði, á Oyrareingjum og Signabø.
Tony Weyhe úr Kollafirði sigur, at støðan er vanlukkulig, og tí má Kollafjørður úr kommununi, um býráðið ikki leggur á annan bógv.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Niels á Reynatúgvu, sum býr í Kollafirði, kjakaðust um støðuna í Kollafirði í Breddanum fyrrapartin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Niels á Reynatúgvu býr í Kollafirði. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Festarar trupulleikin
Heðin Mortensen segði, at tað eru festarar, sum eru ein partur av trupulleikanum, at kommunan ikki hevur kunnað útstykkjað.
Men hesum vísti Niels á Reynatúgvu aftur.
Kollfirðingar hava boðað til borgarafund týsdagin í næstu viku at viðgera støðuna.
Men Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í staðbundnu nevndini, ivast í, um hann fer á fundin.
Niels á Reynatúgvu sigur, at fundurin verður hildin kortini.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Allur Breddin kann hoyrast her.