- Tíðindi, mentan og ítróttur
10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap
Ein 20 ára gamal maður hevur í Føroya rætti fingið 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap og fyri at hótta vitni.
Maðurin, sum hevur verið í varðhaldi síðani í mai, var sendur aftur í varðhaldið at sita dómin.
Tann úrskurðin hjá Føroya rætti hevur maðurin kært til Landsrættin.
Ákæruvaldið vildi hava mannin fongslaðan, tí hann er dømdur fyri harðskap fyrr.
Harðskapurin var, sambært dóminum, í Steinatúni í apríl í ár og á Áarvegnum í mai í ár.
Tríggir aðrir eisini ákærdir
Tríggir aðrir menn vóru eisini ákærdir í sama máli.
Tveir teirra fingu 40 daga treytaða fongsusrevsing og 60 tíma samfelagstænastu fyri harðskapin í Steinatúni, men teir eru frídømdir fyri harðskapin á Áarvegnum.
Og ein fekk 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskapin á Áarvegnum. Hann er dømdur fyri harðskap fyrr.
Í øðrum málinum var ein órættaður og í hinum tveir.
Allir fýra menninir nokta seg sekar.
Játtar at hava sligið
Men tann, sum fekk harðasta dómin, játtaði tó at hava sligið eina ferð.
Enn er ikki greitt, um málið fer í Landsrættin.
Freistin at appellera er 14 dagar.