Innfluttu byggitilfar úr Russlandi fyri 155.000 kr.

Innfluttu byggitilfar úr Russlandi fyri 155.000 kr.
Í juni var byggitilfar innflutt úr Russlandi fyri 155.000 kr. Hetta er nógv minni enn í mai, tá innflutningurin úr Russlandi var 9,9 mió., og hann var 11,9 mió. í apríl
Í juni vórðu seld brennievni og onnur útgerð til russisk skip fyri 14,4 mió. kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.08.2023 - 09:10

Føroyski innflutningurin úr Russlandi er ikki hildin heilt uppat.

Í juni var byggitilfar innflutt úr Russlandi fyri 155.000 kr.

Hetta er nógv minni enn í mai, tá innflutningurin var 9,9 milliónir, og hann var 11,9 milliónir í apríl.

Føroyar útfluttu vørur til Russlands fyri 22,1 millión krónur í juni. 

Seld vóru brennievni og onnur útgerð til russisk skip fyri 14,4 milliónir, og makrelur og lodna fyri 7,7 milliónir fóru til Russlands.

 

Samlaði innflutningurin góðar seks mia. kr

Annars innfluttu Føroyar fyri 5,9 milliardir krónur í fyrra hálvári.

Hetta er nakað tað sama sum í fyrra hálvári í fjør.

Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. 

Innflutningsvirðið á brennievni var 891,9 milliónir krónur í fyrra hálvári.

Hetta eru 169,3 milliónir krónur, 16 prosent, minni enn í fyrra hálvári 2022.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109