Føroyskir myndugleikar ikki fingið innlit í al-Qaeda hóttanarbræv

Føroyskir myndugleikar ikki fingið innlit í al-Qaeda hóttanarbræv
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, váttar fyri Kringvarpinum, at føroyskir myndugleikar vita ikki hvat stendur í hóttanarbrævinum frá al-Qaeda móti Danmark
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkismálaráðharri
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.08.2023 - 17:04

al-Qaeda hóttir í hesum døgum Danmark og Svøríki og hóttaninar eru serliga álvarsligar, meta serfrøðingar. 

Danskir myndugleikar vita, hvat stendur í hóttanini frá al-Qaeda. Spurningurin er, um føroyskir myndugleikar hava fingið innlit í hóttanarbrævið frá al-Qaeda?

Høgna Hoydal. landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur í skrivligum svari í Kringvarpið, at føroyskir myndugleikar vita ikki, hvat stendur í hóttanarbrævinum.

Svenski yvirgangsgranskarin Magnus Ranstorp sigur við Jyllandsposten, at hann metir hesa hóttanina frá al-Qaeda verða serliga álvarsama, tí hon beinleiðis leggur upp til at taka lívið av sendifólkum.

Danski uttanríkisráharrin Lars Løkke Rasmussen sær eisini út til at taka hetta í álvara, tí hann setur eyka trygdarátøk í verk fyri at verja donsku sendifólkini. 

Vit spurdu eisini Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, um nakað verður gjørt frá føroyskari síðu fyri at tryggja føroysk sendifólk? 

Til hendan spurningin svaraði Høgni Hoydal eisini nei.

"Vit viðgerða ikki hetta sum eitt mál, ið viðvíkur Føroyum og okkara altjóða virksemi," leggur hann aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551