Kringvarpið hevur einans rættindi at vísa KÍ-dystin í Føroyum

Kringvarpið hevur einans rættindi at vísa KÍ-dystin í Føroyum
Dysturin í Champions League-kappingini millum KÍ og Molde verður vístur í sjónvarpinum, men KVF hevur bara rættindi at vísa dystin í Føroyum. Dysturin ávirkar eisini skránna
Rene Shaki Joensen og hinir í KÍ skulu í kvøld royna at vinna seg eitt fet nærri Champions League-bólkaspælinum
Mynd: Hallur E. Thomsen  
 
15.08.2023 - 10:47

Fótbóltsfepur herjar í Føroyum í dag, nú KÍ í kvøld skal royna at vinna seg eitt fet nærri Chamipons League-bólkaspælinum móti norska meistaraliðnum Molde. 

KÍ vann fyrra dystin á Tórsvølli 2-1, og í kvøld verður seinni dysturin spældur í Molde. 

>>Sí: "Vit spæla uttan trýst"

Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 18, og Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum. Vit byrja at senda klokkan 17.50.

Gevið tó gætur, at Kringvarpið einans hevur rættindi til at senda dystin í Føroyum. Tað merkir, at tað einans ber til at hyggja eftir dystinum á heimasíðu Kringvarpsins við teldum, sum hava føroyskar IP-adressur. Fyribrigdið kallast geo-blokking og ger, at eitt nú føroyingar í Danmark ikki fáa stroymt dystin á kvf.fo.

KÍ-dysturin ávirkar eisini skránna í sjónvarpinum, tí Dagur og vika verður send longu klokkan 17.30. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681