U17-landsliðsvenjarin: "Málið er at avrika væl og kanska fáa eitt mál"

U17-landsliðsvenjarin: "Málið er at avrika væl og kanska fáa eitt mál"
Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjarin hjá føroysku U17-fótbóltskvinnunum, sigur, at málið er at avrika væl til EM-endaspælið. Og so vónar hon, at tær skora eitt mál
26.03.2025 - 14:30

Føroyska U17-kvinnlandsliðið í fótbólti fær krútsterka mótstøðu, tá liðið skal luttaka í EM-endaspælinum, sum verður fyriskipað í Føroyum frá 4. til 7. mai. 

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjarin, ásannaði, at tað fer ikki at verða lætt hjá føroysku U17-kvinnunum, sum skulu spæla móti Hollandi, Eysturríki og Noregi. 

"Hóast tað er gott at sleppa undan Spania, ið er tað bestaliðið, so tað er ilt at siga, hvat vit høvdu ynskt okkum, tí hetta eru tey sjey bestu U17-kvinnuliðini í fótbólti í Evropa í løtuni, sum koma til Føroya," sigur Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari-. 

Landsliðsvenjarin ætlar ikki at leggja trýst á sínar leikarar við at krevja, at tær skulu fáa stig. 

"Vit skulu vera nøgdar við tað, ið vit avrika á vøllinum, og um vit fingiu okkurt málið, so hevði tað verið øgiliga gott."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856