Hanna Jensen farin í farloyvi úr tinginum

Hanna Jensen farin í farloyvi úr tinginum
Hennari síðsti dagur í tinginum á hesum sinni var í gjár, tá ið ólavsøkurøða løgmans varð til umrøðu
Hanna Jensen er farin úr tinginum og í rektarastarvið á Kambsdali aftur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.08.2023 - 11:30

Hanna Jensen úr Framsókn er nú farin í farloyvi úr tinginum.

Hennari síðsti dagur í tinginum á hesum sinni var í gjár, tá ið ólavsøkurøða løgmans varð til umrøðu. 

Hanna Jensen boðaði seinast í juni frá, at hon fór úr landspolitikki fyri at taka við aftur rektarastarvinum á Miðnámi á Kambsdali, sum hon hevði verið í farloyvi frá.

Hon segði tá, at hon fór, tí hon noyddist at velja millum tvey størv, sum henni dámdi líka væl.

Hanna Jensen var sera atfinningarsom, tá ið løgtingið viðgjørdi uppskotið um at geva landsstýrinum víðkaðar heimildir at seta í verk tiltøk móti Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551