Hanna Jensen situr enn í løgtinginum

Hanna Jensen situr enn í løgtinginum
Hanna Jensen boðaði annars seinast í juni frá, at hon fór úr landspolitikki 1. august fyri at taka við aftur rektarastarvinum á Kambsdali.
Hanna Jensen var aftur í dag at finna millum tingfólkini í løgtinginum, hóast hon hevur boðað frá, at hon fer úr landspolitikki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
02.08.2023 - 13:26

Tá tingið varð sett klokkan tíggju fyrrapartin, var Hanna Jensen úr Framsókn millum tingfólkini.

Hanna Jensen boðaði annars seinast í juni frá, at hon fór úr landspolitikki 1. august fyri at taka við aftur rektarastarvinum á Kambsdali.

Hon segði tá, at hon fór, tí hon noyddist at velja millum tvey størv, sum henni dámdi eins væl.

Hanna Jensen er í farloyvi sum rektari í Miðnámsskúlanum á Kambsdali.

 

Ikki neyðugt at velja

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, váttaði tá, at Hanna Jensen aftur skuldi vera rektari.

Tað var tó ikki neyðugt hjá Honnu Jensen at velja millum rektarastarvið og tingsessin, soleiðis sum Hanna Jensen og Ruth Vang, forkvinna í Framsókn høvdu borið fram.

Sambært aðalstjóranum noyddist Hanna Jensen IKKI at velja millum tingsessin og rektarastarvið, men hevur rætt til farloyvi, meðan hon røkir tingsessin.

 

Fanst at tiltøkum

Hanna Jensen var sera atfinningarsom, tá løgtingið viðgjørdi uppskotið um at geva landsstýrinum víðkaðar heimildir at seta í verk tiltøk móti Russlandi.

Ruth Vang, forkvinna, avsannaði tá, at samanhangur var millum hetta og tað, at hon fór úr landspolitikki.

Vit hava ringt og skrivað til Honnu Jensen fyrrapartin, at fáa eina viðmerking frá henni.

Hon hevur ikki svarað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. apríl
Morgunlestur leygardagur 12.apríl 2025
190388
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551