Serskattaskipanir kosta landskassanum hundraðtals milliónir árliga

Serskattaskipanir kosta landskassanum hundraðtals milliónir árliga
Ein uppgerð frá Fíggjarmálaráðnum vísir, at serskattaskipanir, sum DIS, FAS og sjómannafrádráttini, kosta landskassanum fleiri hundrað milliónir krónur í mistum skattainntøkum
Fíggjarmálaráðið hevur roknað seg fram til, at landskassin kann fáa millum 200 og 300 mió. kr. eyka í kassa, um serskattaskipanirnar verða strikaðar
Mynd: Savnsmynd  
 
01.08.2023 - 16:12

Lønir fyri 545 milliónir um árið verða ikki skattaðar.

Orsøkin er, at Føroyar hava fleiri serskattaskipanir, so sum DIS, FAS, sjómannafrádráttin í Føroyum, sjómannafrádráttin uttanlands og uttanlandsfrádráttin, sum kosta landinum millum 200 og 300 milliónir krónur í mistum inntøkum.

Tað vísir ein uppgerð frá Fíggjarmálaráðnum. 

 

Lyftir skulu fíggjast

Løgmaður nevndi í síni røðu á ólavsøku fleiri átøk, sum hendan samgongan ætlar at fremja, og sum fara at kosta landskassanum pengar.

Eitt nú nevndi Aksel V. Johannesen ætlanin at stytta arbeiðsvikuna og geva lág- og miðalløntum ein skattalætta. 

Men tað verður ikki nakar stórur skattalætti, um ikki serskattaskipaninar eisini verða viðgjørdar í sama viðfangi, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. 

Ruth_Vang_01_010823

Tað er ikki vist, at undirtøka er í samgonguni fyri at strika serskattaskipanirnar, sigur Ruth Vang.

Ruth_Vang_02_010823

 

RÆTTING: Vit skulu gera vart við, at vit í tíðindunum á døgurða søgdu, at talan var um yvir 500 milliónir krónur í mistari skattainntøku - tað er ikki rætt. Talan er um millum 200 og 300 milliónir krónur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Sunnudag 6. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190317
Sunnudag 6. apríl
Møti úr Betesda í Klaksvík.
190316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275