- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forboð fyri at brúka elrennihjól í heyst
Forboð fyri at brúka elrennihjól í heyst
Broytingin í ferðslulógini, sum setur forboð fyri at brúka elrennihjól á almennum vegi, kemur í tingið í heyst

Forboð fyri at brúka elrennihjól á almennum føroyskum vegum verður endaliga staðfest við lóg í heyst
Mynd: savnsmynd
01.08.2023 - 11:16
Føroya rættur hevur longu í einum dómi staðfest, at ferðslulógin, sum hon er orðað nú, loyvir ikki brúk á elrennihjóli á almennum vegi í Føroyum.
Hóast tað, so kemur ein broyting í ferðslulógini, sum setur forboð fyri at brúka elrennihjól á almennum vegi, í tingið í heyst
Landsstýrið ætlar eisini at gera aðrar broytingar í ferðslulógini.
Eitt nú broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og um onnur handhildin samskiftistól.
Eisini er ætlanin, at skeiðið í rúsdrekka og ferðslu í framtíðini eisini skal umfata rúsevni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV