Størri samstarv við bæði USA og ES

Størri samstarv við bæði USA og ES
Landsstýrið vil menna eitt sterkari og meira fjøltáttað samstarv við bæði USA og ES. Eitt nú at lata sendistovu upp í Washington í USA
Føroyska sendistovan skal vera í Washington DC
Mynd: Shutterstock.com  
 
01.08.2023 - 07:45

Landsstýrið leggur stóran dent á samstarv við USA.

Í 2020 gjørdu Føroyar og USA eina partalagsyvirlýsing um at økja samstarvið. 

Fyrsti partalagsfundur var í Washington DC í februar í ár. 

 

Sendistovu í Washington

Næsti fundur verður í Føroyum tíðliga í 2024.

Og nógv skal henda í 2024. Føroyar ætla lata upp sendistovu í Washington í vár.

Og ætlanin er at hava mentanarátak í New York í apríl 2024.

 

Meira fjøltáttað samstarv við ES

Landsstýrið vil eisini menna eitt sterkari og meira fjøltáttað samstarv við ES. 

Ítøkiliga verður arbeitt við nýggjum samstarvskarmi.

Sum liður í at menna viðurskiftini og økja vitanina um Føroyar í ES-skipanini, er ein nationalur serfrøðingur settur í uttanríkistænastuni hjá ES, sum serliga skal arbeiða við viðurskiftunum millum Føroyar og ES.

 

Horizon Europe

Í fjør gjørdu Føroyar og ES sáttmála um luttøku Føroya í samstarvsætlanum hjá ES.

Hann tryggjar millum annað, at føroyski atlimaskapurin í samstarvsætlanini fyri gransking og menning hjá ES, Horizon Europe, heldur fram. 

Sáttmálin gevur eisini Føroyum møguleika at vera í samstarvsætlanum hjá ES, sum loyva atlimaskapi fyri lond uttanfyri ES.

 

Arktiskan politikk

Landsstýrið fekk í fjør ein arktiskan politikk. 

Bulurin í arktiska politikkinum eru tey átta høvuðsmálini, trygd og støðufesti, millumtjóða samstarv, umhvørvi, náttúra og veðurlag, gransking, vitanarmenning og útbúgving, tilbúgving, tilfeingi í havinum, vinnumøguleikar og burðardygg menning og mentan og samfelag.

Politikkurin verður í løtuni dagførdur og verður í heyst borin Løgtinginum sum frágreiðing til aðalorðaskiftis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Hósdag 10. apríl
Andarblak 10. apríl 2025 - Kórsangur
190564
Hósdag 10. apríl
Eitt korter við jazzi 10. apríl 2025
190554
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447