Ráðharri og landsstýrisfólk í Faroe Pride

Ráðharri og landsstýrisfólk í Faroe Pride
Íslendski ráðharrin, Guðmundur Ingi Guðbrandsson, var við Í Faroe Pride í gjár
Guðmundur Ingi Guðbrandsson.
 
28.07.2023 - 16:04

Íslendski ráðharrin, Guðmundur Ingi Guðbrandsson, var við Í Faroe Pride í gjár.

Guðmundur Ingi Guðbrandsson er ráðharri í almanna- og arbeiðsmarknaðarmálum.

Hann er í Føroyum fyri at tosa við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum.

Tey tosaðu millum annað um LGBT+ rættindi.

Guðmundur Ingi Guðbrandsson er floksfelagi hjá íslendska forsætisráðharranum, Katrini Jakobsdóttur, sum umsitur javnstøðu- og LGBT+ mál í íslendsku stjórnini. 

Katrin Jakobsdóttir og Guðmundur Ingi Guðbrandsson eru bæði íðin talsfólk fyri javnstøðu og LGBT+ rættindum.

Við í Pride

Almanna- og Mentamálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at Sirið Stenberg var eisini við í Faroe Pride í gjár.

Tað var Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, somuleiðis.

Bjarna Kárason Petersen er landsstýrismaður í samstarvsmálum.

Guðmundur Ingi Guðbrandsson er samstavsmálaráðharri.

LGBT+ raðfest

Vitjanin hjá Guðmundi Inga Guðbrandssyni og, at hann og Sirið Stenberg og Bjarni Kárason Petersen 
vóru við í Faroe Pride eru tekin um, at javnstøða og LGBT+ mál hava týdning og eru raðfest hjá sitandi samgongu.

Í hesum málum er Ísland eitt undangonguland.

Tí er avgjørt gagnligt fyri okkum við góðum samstarvi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. apríl
Morgunlestur leygardagur 12.apríl 2025
190388
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551