Brimil havt úr at gera

Brimil havt úr at gera
Hóast John Paul DeJoria og Paul Watson eru farin úr føroyskum sjóøki, so hevur vaktar- og bjargingarskipið Brimil havt úr at gjørt um vikuskiftið
Brimil var um vikuskiftið í trimum førum sent út at hjálpa bátum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.07.2023 - 08:47

Í síðstu viku jakstraði Brimil skipið hjá Paul Watson, John Paul DeJoria, tí tað breyt forboðið um at fara inn um 12 fjórðinga markið. 

Um vikuskiftið hevur Brimil aftur havt úr at gjørt, tí bæði fríggjadagin, leygardagin og í gjár vóru boð eftir MRCC, sum í øllum trimum førunum sendi Brimil avstað.

Fríggjadagin var ein útróðrarbátur uppsteðgaður á Føroya Banka og mátti hava sleip til lands.

Leygardagin hevði eitt fiskifar norðanfyri fingið trolið fast í botni, og Brimil fór á staðið at fáa loyst hesa uppgávuna.

Og í gjár sleipaði Brimil ein útróðrarbát, sum hevði fingið um skrúvuna, inn á Klaksvík.

Har fóru kavarar av Brimli niður og skóru av skrúvuni, so útróðrarbáturin kundi fara til útróðrar aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109