Fleiri skógareldar á Rhodos

Fleiri skógareldar á Rhodos
Tað eru fleiri skógareldar á Rhodos í løtuni, og tí eru fólk flutt burtur frá fleiri hotellum, har tað verður mett vandamikið at vera.
Skógareldar á grisku oyggini Rhodos
 
23.07.2023 - 10:27

Hitabylgjan heldur fram at herja í suðurevropa, og hetta hevur nú fingið ferðaskrivstovuna TUI at avlýsa ferðir til grisku oynna Rhodos.

TUI heldur fram at flúgva til Rhodos, men tað eru fleiri hotell, har tað ikki verður hildið ráðiligt at lata gestinar fara, orsakað av skógareldunum, sigur norski samskiftisstjórin í TUI, Anne Mørk-Løwengreen, við norsku avsísina Verdens Gang.

Tað eru fleiri skógareldar á Rhodos í løtuni, og tí eru fólk flutt burtur frá fleiri hotellum, har tað verður mett vandamikið at vera.

Fyri løtu síðani boðaðu ferðaskrivstovurnar Sunweb Danmark og Apollo í Noreg frá, at tey gevast at senda fleiri ferðafólk til Rhodos.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835