G!: Tamara tøldi Syðrugøtu

G!: Tamara tøldi Syðrugøtu
Føroyar hava eina nýggja stjørnu í sveipi, tí Tamara úr Fuglafirði er í holt við at fóta sær ordiliga á danska tónleikapallinum. Evnini eru eisini til meira enn tað
Tamara úr Fuglafirði er eitt stórtalent, ið hevur evnini at røkka langt út um bæði føroysku og donsku landoddarnar við sínum R&B- og HipHop-poppi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.07.2023 - 22:03

"Er hon føroyskt," spurdi ungi maðurin í gummistyvlum og Helly Hansen-jakka ovfarin, tá Tamara Malena Mneney úr Fuglafirði takka áhoyrarunum fyri stuðulin eftir ein sang. 

Jú, sanniliga er Tamara føroysk, men tað hoyrist ikki á tónleikinum, ið hon framførdi á G! festivalinum í kvøld, sum er altjóða R&B- og hiphop-tónleikur. 

Tamara hevur evnini til at røkka langt út um bæði føroysku og donsku landoddarnar.

Hon hevur ein rødd, ið er egin og tølandi, og Tamara er í holt við at savna saman eitt spennandi savn av sangum. 

 

Einasta neiliga á G! framførsluni var, at Tamara hevði valt at seta framúrskarandi poppsangin "I Should Have Known Better" niður í ferð. Eingin orsøk til tað, tí sangurin klæðir munandi betur at verða framførdur sum hann er innspældur. 

Seinastu árini hevur Tamara búð í Danmark, har hon ger meira og meira vart við seg. 

Tíðin arbeiðir fyri føroyska stórtalentinum, ið enn er eitt sindur trilvandi og smæði á pallinum. Tað er eins og Tamara er í holt við at venja seg við leiklutin sum stjørna á pallinum. 

Tamara skal ikki ivast og bara ognartaka pallin, tí hon hevur alt, ið skal til, fyri at hertaka tónleikapallin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948