Vónbrotnir føroyingar: Jónas onga tíð á 200 metrum

bannari
Vónbrotnir føroyingar: Jónas onga tíð á 200 metrum
Jónas Gunnleivsson Isaksen vann suverent á 200 metrum í Guernsey, men sigurin súrnaði illa, tí tíðartøkan ikki riggaði
Jónas Gunnleivsson Isaksen knústi mótstøðuna, men ongin fekk nakra skrásetta tíð
 
12.07.2023 - 21:24

Stóra gleðin yvir suverena sigurin hjá Jónasi Gunnleivsson Isaksen í 200 metra renningini á Footes Lane á Oyggjaleikunum í kvøld súrnaði illa og varð til vónbrot, tá tað gjørdist greitt, at rennararnir onga tíðir fingu vegna tekniska villu. 

Føroyska rakettin blásti alla mótstøðu umkoll, og tað var eingin ivi um raðfylgjuna á monnunum, men tá eingin tíð kom upp á skermin, fingu fólk í føroysku leguni illgruna um, at okkurt var á vási. 

Tað var ikki so løgið. Í innleiðandi riðlunum á 100 metrum fyrr í vikuni hendi júst tað sama, og tá máttu rennararnir stilla upp til start umaftur. Tað fingu Jónas Gunnleivsson Isaksen og hinir eisini í boði á fundi stutt eftir kappingina, men tað vildu teir ikki.


Stórt vónbrot

Í føroysku leguni vóru tey ikki sørt vónbrotin um støðuna, tí tey høvdu varhugan av, at Jónas kundi verið fyrsti føroyingur undir 21 sekund. 

 - Hann (Jónas, red.) var vónbrotin av tí at byrja við, tí vit hava tippað eina sub-21 tíð á evropeiskum toppstigið, og tað trúgvi eg avgjørt, at hann gjørdi í dag eisini, segði Jógvan Kristiansson Glerfoss.

 - Vit fara at hyggja at video seinni, men tað hjálpir so lítið, tí tað verður aldrið ein góðkend tíð, so hann er eitt sindur skuffaður av tí, ja, segði ein av føroysku venjarunum.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164