Nógv brek í USB-løðarum

Nógv brek í USB-løðarum
Kanning, sum ES-londini hava gjørt, vísir, at í 31 prosentum av løðarunum vóru brekini álvarslig
ES-londini hava í felag kannað ikki færri enn 120 USB-løðarar til fartelefonir og líknandi tól. (Savnsmynd)
 
12.07.2023 - 14:57

Tey 21 ES-londini hava í felag kannað ikki færri enn 120 USB-løðarar til fartelefonir og líknandi tól.

DR skrivar, at ymisk brek vóru funnin í 74 prosenumt av kannaðu løðarunum. Í 31 prosentum av løðarunum vóru brekini álvarslig.

Fleiri løðarar høvdu ikki ta bjálving,sum krevst, aðrir høvdu ov stuttan leidning, og fleiri høvdu ov long ella stutt løðarabein.

Serfrøðingar á økinum mæla til, at fólk hyggja at løðaranum, tá tey keypa hann, og tryggja sær, at hann er góðkendur á ES-marknaðinum.

Um ES-merkið - sonevnt CE-merki - er á, so lýkur hann trygdarkvøvini á ES-marknaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342