
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elisabeth Erlendsdóttir vann einasta gullið fyri Føroyar týsdagin.
Dagin fyri lá hon við spýggisjúku, men hon fór kortini í hylin og gjørdi ikki mætari enn at vinna 100 metur ryggsvimjingina við nýggjum Oyggjaleikameti.
Tíðin var 1.01.07, og hon tók gamla metið hjá Signhild Joensen, sum var 1.01.58.
Afturat gullinum hjá Elisabeth Erlendsdóttir vunnu Føroyar fýra silvur og eitt bronsuheiðursmerki í svimjing í gjár.
Kvinnurnar gera eisini vart við seg í fræslum ítrótti
Føroysku kvinnurnar í frælsum ítrótti hava vunnið fleiri heiðursmerki í Guernsey.
Í gjárkvøldið vann Maria Biskopstø silvur í rimarenning og Lydia Simonsen endaði á triðja plássi í kúluvarpi.
Skotgreinarnar aftur á sigursskamlinum
Tórur Fløtt skeyt illa í liðkappingini , men tá einstaklingakappingin var á skránni í gjár, var hann aftur í rætta lagnum.
Hann fekk einki gjørt við vinnaran Marcus Påvals, sum skeyt 115 leirdúgvur, men hann yvirhálaðu beiggjan, Jóhann Fløtt , og fór avstað við silvurinum, meðan Jóhann fekk triðja plássið.
Í trap eydnaðist Finn Ludvig at leggja silvur í einstaklingakappingini afturat bronsuni í liðkappingini. Sambært portal.fo, vann veteranurin sítt fyrsta oyggjaleikaheiðursmerki í 1993, men hevur ikki vunnið aftur fyrrenn hesa ferð.
Í bogaskjóting vóru Sólgerð Henriksen og Hans Petur Højgaard eitt stig frá einum shoot-off í finaluni í recurve. Tað gekk akkurát ikki, og tey taptu 5-3 fyri Gotlandi og fingu silvur.
Samlaða heiðurmerkjatalvan sæst her.