Svimjingin og renningin spentu bein fyri Føroyum í triatlon

bannari
Svimjingin og renningin spentu bein fyri Føroyum í triatlon
Eingi heiðursmerki til Magna Jóhansson Hansen og Bergtór Tórsteinsson Thomsen í triatlon. Frægast gekk í súkkling, meðan tað gekk heldur verri í svimjing og renning
Magni Jóhansson Hansen eftir eina harða triatlonkapping í Guernsey
Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir  
 
09.07.2023 - 14:13

Føroysku íðkararnir, Magni Jóhansson Hansen og Bergtór Tórsteinsson Thomsen, megnaðu ikki at blanda seg upp í heiðursmerkjastríðið í triatlon í dag.

Magni Jóhansson Hansen endaði nummar 21 við tíðini 02:20:45, meðan Bergtór Tórsteinsson Thomsen kom á mál sum nummar 28 átta minuttir seinni.

Frægast gekk hjá teimum báðum í súkklingini, men svimjingin og renningin spentu bein fyri føroysku íðkarunum.

Joshua Lewis úr Guernsey vann triatlonkappingina við tíðini 01:52:42.


Soleiðis sá Bergtór Tórsteinsson Thomsen út, tá hann kom á mál eftir eina strævna triatlonkapping á Oyggjaleikum. MYND: Heidi Lava Elgeirsdóttir
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859