Gullak Madsen stóreigari í BankNordik

Gullak Madsen stóreigari í BankNordik
Føroyski stórreiðarin í Danmark eigur nú 11 prosent av partabrøvunum í BankNordik
Nógvar broytingar hava verið í eigaraskaranum í BankNordik seinastu dagarnar
 
03.07.2023 - 19:33

Stórar broytingar eru júst hendar í eigaraskaranum í BankNordik. Ruth Holding Aps í Danmark, sum Gullak Madsen eigur, hevur keypt 11 prosent av partabrøvunum í BankNordik. Hetta hendi beint eftir, at Lind Invest í Danmark hevði selt síni 11 prosent av partabrøvunum. Tað er danski ríkmaðurin Henrik Lind, ið eigur Lind Invest.

Nógv umrødda íslendska reiðaríið, Samherji, hevur samstundis keypt seg inn í bankan. Tað er farið fram við, at íslendska felagið, Kaldbakur, hevur keypt góð 5 prosent av partabrøvunum. Samstundis hevur føroyska felagið, Framherji, í Fuglafirði, sum í síðstu viku framdi eitt ættarliðsskifti, selt øll síni góð 5 prosent av partabrøvunum í Bankanum.

Tað hevur ikki eydnast at fáa nakara viðmerking frá keyparum ella seljarum, men Birita Sandberg Samuelsen, nevdarforkvinna sigur við Frihedsbrevet, at ongin eigari hevur biðið um eykaðalfund.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109