Rudda nú upp eftir Wagner-bólkinum

Rudda nú upp eftir Wagner-bólkinum
Russiska fregnartænastan leitar eftir prógvum fyri at vita, hvør var við í ætlanini hjá Prigosjin um hergonguna til Moskva
Leiðarin fyri Wagner-herin, jevgenij Progosjin, er nú í Hvítarusslandi. (Mynd: NBC)
 
03.07.2023 - 15:45

Russiska trygdartænastan, FSB, er nú farin í holt við at rudda upp eftir Wagner-bólkinum og leiðaranum, Jevgenij Prigosjin.

NRK skrivar, at ein stórur glasbygningur í St. Pætursborg, sum fyrr var høvuðsstøð hjá Wagner-bólkinum í býnum, nú verður ruddaður. FSB leitar eftir prógvum í bygningum fyri at vita, hvør var við í ætlanini hjá Prigosjin um hergonguna til Moskva, og hvør var ímóti. 

 

Eygleiðarar meta, at Wagner-bólkurin framvegis hevur eina framtíð í Russlandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Lagt hald á teldur og servarar

FSB hevur eisini verið á vitjan í miðlahúsinum hjá Prigosjin í St. Pætursborg. Har hevur trygdartænastan lagt hald á teldur og servarar. Alt hetta skal vera við til at staðfesta, hvønn Vladimir Putin, forseti, kann líta á og ikki.

Eingir Wagner-hermenn eru nú eftir í Ukraina, men enn er óvist, hvussu ella um tað fer at ávirka kríggið í landinum. Talan er um millum 15.000 og 20.000 royndar og væl vandar hermenn, sum nú ikki longur eru partur av krígsførsluni hjá Russlandi.

Eygleiðarar meta, at Wagner-bólkurin framvegis hevur eina framtíð í Russlandi.

 

Hevur brúk fyri Wagner-bólkinum

Wagner-bólkurin hevur verið virkin í afrikanskum londum, har hann hevur gjørt sítt til at fremja russiska ávirkan. Harumframt hevur bólkurin eisini góðar cyber-førleikar, og kann brúka teir til at ávirka og skapa split millum londini í vesturheiminum - lond, sum í løtuni stuðla Ukraina við vápnum og pengum.

Tískil hevur Vladimir Putin framvegis brúk fyri Wagner-bólkinum, hóast tað er sannlíkt, at hann fer at revsa teir persónarnar, sum skipaðu fyri uppreistrinum fyri níggju døgum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342