Ættarliðsskifti í Framherja

Ættarliðsskifti í Framherja
Eitt ættarliðsskifti fer í løtuni fram í risastóru fyritøkuni Framherja. Tey fýra børnini hjá reiðarahjúnunum fáa í fyrstu atløgu partabrøv fyri 330 milliónir krónur í part.
Anfinn Olsen letur nú børnunum partabrøv í Framherja fyri 1376 milliónir krónur.
 
29.06.2023 - 20:04

Fyri júst eini viku síðani varð partafelagið Framholding stovnað. Endamálið er - sambært viðtøkunum - at eiga partabrøv í øðrum feløgum. Í felagnum liggur helst størsta ættarliðsskifti í føroyskari vinnusøgu. 

Framholding skal eiga tveir triðingar av reiðarínum Framherja. Ítøkiliga tey partabrøv, sum Elisabeth og Anfinn Olsen áttu privat í Framherja til fyri viku síðani. Nýggja holdingfelagið eiga tey fýra børnini hjá reiðarahjúnunum.

Tá partabrøv skulu skifta hendur á henda hátt, krevur vinnufelagslógini, at eitt ítøkiligt virðið verður sett á tey. Grannskoðarafyritøkan Januar metir dagsvirðið á tveimum triðingum av Framherja-samtakinum til eina milliard og 376 milliónir krónur. Tað merkir samstundis, at Framherji er vert meira enn tvær milliardir krónur ídag.

Metingina ger grannskoðarafyritøkan við at hyggja eftir virðunum á nettoognum felagsins ídag - umframt framtíðar inntøkumøguleikar. Framherji hevur eitt nú stór, 11 ára fiskirættindi til uppsjóvarfisk og rættindi til botnfisk í Barentshavinum. Eisini eigur felagið 30 prosent av uppsjóvarvirkinum Pelagos, fimm prosent av BankNordik, umframt onnur virði. 

Tey fýra børnini hjá reiðarahjúnunum fáa partabrøv fyri 330 milliónir krónur - í part. Tey koma at eiga 24 prosent av tveimum triðingum av Framherja - tað vil siga 16 prosent í part av reiðarínum.

Kapitalvinningsskattalógini loyvir slíkum ættarliðsskifti at fara fram, skattafrítt. Tað vil siga, at hóast virði fyri meira enn 1,3 milliard krónur skifta hendur, so fellur einki í landskassan. Tað váttar Eyðfinnur Jacobsen, serfrøðingur í skattarætti. Hann vísir á, at tað er ikki fyrr enn børnini selja partabrøvini til onkran annan, at skattur skal rindast.

Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, hevði ikki møguleika at viðmerkja ættarliðsskiftið ídag.

Í tíðindaskrivi í kvøld boðar Framherji frá, at felagið endar samstarvið við íslendska Samherja. Feløgini hava verið minnilutaeigarar hjá hvørjum øðrum, men hava nú býtt um hesi partabrøv, so tey ikki longur eiga í hjá hvørjum øðrum. Partabrævaumbýtið verður gjørt í samband við ættarliðsskifti í báðum feløgum, sigur Anfinn Olsen í tíðindaskrivinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977