Nýggj ferðaætlan á Hest- og Sandoyarleiðini

Nýggj ferðaætlan á Hest- og Sandoyarleiðini
Á Sandoyarleiðini verður m.a. ein farmatúrur aftrat, og Erla Kongsdóttir fer eisini at sigla á Hestleiðini
Broytingar eru í siglingini hjá Teistanum um Skopunarfjørð.
 
29.06.2023 - 10:14

Í dag tekur summarferðaætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins á Hest- og Sandoyarleiðini við. 

Á Sandoyarleiðini verður ein farmatúrur aftrat verandi níggju dupulttúrum gerandisdagar.

Ein onnur broyting er, at túrurin av Gomlurætt kl. 15.50 verður sigldur klokkan 16. Hetta ávirkar allar túrarnar, bæði av Gomlurætt og úr Skopun, soleiðis at allir túrar til síðsta túr verða forskotnir við 10 minuttum. 

Síðstu túrar úr Skopun og av Gomlurætt verða tó framvegis sigldir klokkan 22.30 og 23.05. 

 

 

Erla Kongsdóttir eisini á Hestleiðina

Á Hestleiðini fer Erla Kongsdóttir at sigla saman Teistanum, so túrarnir verða fleiri í tali.

Til dømis verða morguntúrar kl 7:30 úr Hesti allar gerandisdagar og tríggir dupulttúrar við Erlu Kongsdóttur seinnapart.

Broytta ferðaætlanin er galdandi til 20. august. Meira kunning sæst her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962