Stóru bankarnir eru framvegis SIFI-peningastovnar

Stóru bankarnir eru framvegis SIFI-peningastovnar
Fíggjareftirlitið hevur gjørt árligu SIFI-kanningina
SIFI-peningastovnar eru peningastovnar, sum hava so stóran týdning fyri samfelagið, at teir sleppa ikki at fara á húsagang. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
27.06.2023 - 08:39

Bæði BankNordik og Betri banki eru framvegis SIFI-peningastovnar.

Tað sigur Fíggjareftirlitið eftir árligu SIFI-kanningina.

SIFI-peningastovnar eru peningastovnar, sum hava so stóran týdning fyri samfelagið, at teir sleppa ikki at fara á húsagang.

Men fyri at fáa SIFI-stemplið skulu peningastovnarnir lúka nógvar harðari treytir um fíggjarliga støðu.

Hesar treytir lúka BankNordik og Betri banki eisini í ár, sigur Fíggjareftirlitið.

Norðoya sparikassi var eisini SIFI peningastovnur, men bað um at sleppa undan tí, og slapp tað fyri tveimum árum síðani.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109