
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kavbátavitjan á Oyrareingjum - trygdin er í hásæti

Ein kjarnorkurikin kavbátur hjá amerikanska flotanum er á vitjan í Føroyum.
Kavbáturin liggur við bryggju á Oyrareingjum, og vitjanin varar til hósdagin.
Kavbáturin hevur fingið treytað diplomatiskt loyvi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at koma í føroyskt sjóøki og í havn í Føroyum.
Treytirnar eru m.a., at hann skal ikki hava sonevnd CBRN-vápn umborð.
Leivur Persson er stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Av somu orsøk eru ávís tilbúgvingaratlit tikin í sambandi við vitjanina.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur ráðført seg við løgtingsins uttanlandsnevnd um avgerðina at lata treytað diplomatiskt loyvi til flotavitjanina í næstu viku.
Og trygdin er í hásæti, nú kjarnorkurikni amerikanski kavbáturin liggur við bryggju á Oyrareingjum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur fingið hjálp frá donsku tilbúgvingini.
Hoyr samrøðu við Leiv Persson, stjóra í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, í útvarpstíðindunum: