Skulu hava ræði á arbeiðs- og uppihaldsloyvum hjá útlendingum

Skulu hava ræði á arbeiðs- og uppihaldsloyvum hjá útlendingum
Politiskt kjak var í Breddanum fyrrapartin um útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða
Hóast tað er samtykt at yvirtaka ræði á arbeiðs- og uppihaldsloyvum hjá útlendingum, er málsøkið framvegis á donskum hondum. (Savnsmynd)
 
23.06.2023 - 13:16

Føroyingar skulu hava ræði á arbeiðs- og uppihaldsloyvum hjá útlendingum, sum koma til Føroya.

Tað var semja um, tá fýra tingfólk fyrrapartin kjakaðust um snarskipanina í Breddanum. 

Undir verandi skipan er alt økið ein grásona, staðfesti Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Alt økið eigur at vera á føroyskum hondum, heldur Árni Skaale í Fólkaflokkinum.

 

Frá orðaskiftinum í Breddanum fyrrapartin um snarskipanina.

 

Uni Holm Johannesen í Javnaðarflokkinnum vísti á, at bæði Løgtingið og Fólkatingið hava longu samtykt, at so skal vera, men kortini er málsøkið enn á donskum hondum.

Magnus Rasmussen, fyrrverandi landsstýrismaður í integratiónsmálum, segði, at málið er steðgað á embætismannastigi.

- Tað má lyftast upp á politiskt stig, segði hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum:

 

23062023_Kjak_um_snarskipan

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049